Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

ERT TÚ VILJUG AT VERA HEILAG?

11. desember 1986

dóttir, ert tú viljug at vera heilag? óttast ikki.

(Jesus vendi aftur til tað sama evni sum í tí fyrra boðskapinum).

hvat vil tað heilt nágreiniliga siga, at vera heilag?

at vera heilag merkir at vera rein og fullkomiliga at halda seg til Mín; heilag merkir at arbeiða fyri Meg við kærleika, heilag merkir at elska Meg og vera Mær nær, heilag merkir at vera Lógini lýðin, heilag merkir at vera sum Eg eri.

Kann mann vera heilagur í hjartanum eina?

ja!

Er hjartað tað, ið telur meira enn eitt lív í kleystri?

ja, hjartað er tað sum er týdningarmikið. verð verandi hjá Mær, 1 verð verandi hjá Mær,  tú ert ikki hjá Mær soleiðis sum Eg vil tað!

Eg føli at tú víkur frá Mær.

(Jesus var ikki glaður...)

Eg eri Heilagur, og tí vil Eg eisini hava teg at vera heilaga.

Eg ynski veruliga at vera nærri hjá Tær!

meinar tú tað í álvara? Søkir tú Meg av heilum huga?

Far ikki frá mær!

Eg fari ikki!

Ongantíð?

ongantíð! dóttir óttast ikki, óttast tú fyri at búnin 2 fer at geva tær sorgir? kom nú, sig tað bara!

(eg samlaði alt mítt dirvi).

Fyri at siga tað, sum tað er, ynski eg í roynd og veru ikki at verða nunna. Eg elski Teg, eisini soleiðis sum eg eri...

loksins hevði tú dirvi til at siga tað! dóttir! Eg eri glaður fyri at tú sigur sannleikan! Eg, Guð, elski teg, tú ert greið yvir at tú hevði logið beint upp í Mítt Andlit um tú hevði sagt tað øvuta.

(Eg føldi, at Guð var so glaður). Men Hann mann eisini vera keddur.

Eg eri ikki keddur! hoyr Meg, Eg ynski at tín heilagleiki skal verða ein hjartans heilagleiki, ikki ein í nunnubúna.

Hvat er hálvhugað? Vildi tað verði hálvhugað ikki at bera nunnubúna?

hálvhugað má síggjast á rættan hátt, einum nýtist ikki nunnubúna fyri at vera heilag, hvat virði er í nunnu-búnanum um hjarta ikki er heilagt? so er ein sum dovið salt sum hevur mist smakkin, Eg skal læra teg at vera nærri hjá Mær, Eg vil føra teg nærri til Mín, føl teg elskaða av Mær, óttast Meg ikki, Eg eri Friður, Eg Jesus føri teg, Eg leiði teg, bið meira og arbeið soleiðis við Mær, styrk tína trúgv á Meg, hav tørv á Mær, ver ansin tí at tímin er nær.


1 “Verð verandi hjá Mær” merkir, at eg ikki samlaði meg um tað, Hann segði.
2 Nunnuklæðir.