Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

VERÐ HEILAG

10. desember 1986

dóttir, vilt tú fylgja Mær? far ikki av leið, livað eitt heilagt lív

Jesus kann eg ikki verða verandi sum eg eri. 1

hoyr Meg, nevn Mær ein persón við heilagari trúgv ið ongantíð valdi Kirkjuna, vís Mær á ein persón ið var hálvhjartaður!

Eg kann ikki koma í tankar um nakran.

nei, tí tað var eingin.

(Tað sá út, sum um Jesus bíðaði eftir, at eg skuldi siga nakað).

Vilt Tú, at eg bert skal vera Tín?

ja, tað er tað Eg ynski. óttast ikki; hvat er tað tú hevur í tonkunum?

(Eg mann hava suffað).

Hvat hendir, um eg verði verandi tann sama?

verð verandi altíð tann sama og tú fert at leggja til merkis at Eg ikki fari at halda uppat at kalla teg til Mín!

Kann eg spyrja Teg um nakað?

tað kanst tú.

Hevur tað veruliga nakað at týða fyri Teg, at eg broytist?

ja, tað hevur tað.

Ger tað nakran mun, um eg broytið meg, eg meini, verði heilag sum Tú sigur?

ja, tað ger mun, vend tær til Mín, og verð verandi hjá Mær.

Kanst Tú beint nú síggja inn í framtíðina?

ja Mín elskaða tað kann Eg.

Kann eg spyrja Teg um nakað?

tað kanst Tú.

Síðan Tú sært inn í framtíðina, so er tað nakað, eg fegin vil vita. Um Tú ikki vilt svara mær, kanst Tú bert tekna mær eitt hjarta – fari eg at skuffa Teg til endans?

nei, tú fert ikki at skuffa Meg.

(Tað var ein lætti...)

hvussu fert Tú at kenna tað?

Eg Guð vil kenna Meg hálovaðan.

Vilt Tú tað?

ja, tað vil Eg; óttast ikki, hví óttast tú fyri at vera heilag? minst til tú ert bert í byrjanini av Mínum kalli.

Hvat merkir tað í veruleikanum?

tað merkir at tú enn lærir av Mær, Eg skal undirvísa teg og vísa tær Míni Verk, Eg eri bert í byrjanini av Mínum kalli, seinni fert tú at síggja hvussu Eg arbeiði, Eg skal kalla á teg seinni til tað ávísu tíðina og tú skalt finna Frið. ert tú fullgreið yvir, hvat Friður merkir?

Eg eri ikki heilt vís í tí, friður kundi merkt deyði, kundi merkt Kirkja, eg veit ikki rættuliga.

Eg eri Friður. Eg eri her nær hjá tær. Mín Høgra Hond heldur um hondina tú skrivar við, Mín Vinstra Hond hvílir á tíni vinstru øksl, Eg eri nærverandi og tú merkir Meg,

Eg eri tín Lærari, dóttir, fylg við Mær! arbeið saman við Mær tí at Eg havi tikið teg út til at vera Mín boðberi. lat ikki menniskju taka dirvi frá tær, nógv av teimum skilja ikki, tí at myrkrið kann hava latið teirra hjørtu aftur, og týnt alla fatan. verð full av friði, Eg, Guð, elski teg púrasta; hav dirvi dóttir.


1 Við at liva eitt verðsligt lív, og samstundis royna at vera ein lærisveinur.