Satt Lív í Guði

HOME MESSAGES SEARCH
 

Hvør er spottanin móti Heilaga Andanum


Fyri kortum fekk Vassula at síggja eitt bræv frá eini kvinnu nevnd Maria, sum einaferð trúði boðskapunum, men sum nú trýr at boðskapirnir ikki eru frá Guði. Maria endurgav frá einum boðskapi: "at dylja Mína Rødd er ein deyðsynd..." 28. september 2000 og eisini eitt bræv frá Vassulu, dagfest 10. januar 2002 : "...fylgjandi er ein áminning til øll tey, sum óttaleys forfylgja miskunnsama kalli Guðs, og eisini at rópa tað ónt, blaka runu eftir tí, og við at gera so spotta tey Heilaga Andan og fremja eina ófyrigevandi synd." Maria heldur á við at taka samanum: "privatar opinberingar og sjónir eru ikki trúarligir lærusetningar og katolikkar hava rætt til ikki at trúgva teimum...av tí at tað at ikki at trúgva einari privatari opinbering ikki er ein synd, so kan ein á ongan hátt hava framt ein deyðsynd, og sett sína sál í vanda. At halda uppá tað øvugta vildi ikki verið í samsvar við Jesu egnu orð í gleðiboðskapinum (evangeliinum), sum er grundarlagið fyri tilmælum hjá mongum halgimenni og fyri læru kirkjunnar."

Niðanfyri er Vassulu'sa svar til hesar atfinningar:

Tað er ein deyðsynd at kalla ónt, eitt og hvørt gott virki sum kemur frá Miskunn Guðs; eisini um ein roynir at hússja Guðs Rødd til at tiga, tí at tað vil forða sálum í at kenna Guðs vilja, og tað vil hava við sær, at nógvar sálir, sum annars kundu havt fingið gagn av verki Guðs og verði frelst, ístaðin glatast. Tá Guð gevur eina náðigávu, um tað so er til at grøða, vísdóms orð, profeti ella líkamikið hvørja, er tað altíð til fyrimuns fyri kirkjuna, og Hann gevur hesar gávur í Síni markleysu miskunn. Tá ein nú als ikki trýr teimum gávum Guð hevur givið, vilja hesi fólk av sær sjálvum minka um Guðs miskunn í teirra hjørtum, ikki tann persónin sum hevur gávuna ella gávuna sjálva, men miskunn Guðs.

Tað verður til eina spottan móti Heilaga Andanum TÁ EIN DØMIR virki Guðs sum ónt, og átekur sær sum sína skyldu at forfylgja tí, útspilla og fordøma tað, og leggja tað undir at vera falskir andar.Tá fremja hesi fólk eina guðsspottan, tí tey kalla tað ónt, sum í veruleikanum er guddómligt virki, ið kemur frá Heilaga Andanum. Sum dømi í bíbliuni tá eitt av Jesu undrum varð kallað ónt og at tað kom frá Beelzebub. Hvat segði Hann tá? Maria tykist at kenna bíbliuna, men hon skilti ikki henda partin og setti hann ikki í samband við miskunnsama verk Guðs.

Halgimenni so sum Skt. Symeon, Skt. Katarina úr Sienna, Skt. Silouan og onnur hava váttað hetta. Í Skt. Getrude vísir Jesus eisini Hansara strangleika yvir fyri teimum, sum vórðu til reiðar at útspilla Hansara guddómliga verk í henni (skriftir). Jesus hevði biðið hana um at almannakunngera Hansara framsøgnir, og hon drálaði av ótta fyri útspilling og vantrúgv frá fólki, og so segð Harrin við hana: "Viðvíkjandi teimum hjørtum so ónd at tey skuldu vilja útspilt Mínar gávur, mátti teirra syndir verið á egnu høvdum teirra, meðan tú verður verandi skuldarleys..." (Bíblian sigur, at strangleiki Guðs er eins mikil og miskunn Hans).

Ævigi Faðirin til Skt. Katarina: "Við hesum og øðrum syndum fellur menniskja í FALSKA DØMING, sum Eg vil greiða tær frá niðanfyri. Tey taka sær áhaldandi tykni av Mínum Verkum, sum øll eru rættvís, og øll eru útint í sannleika gjøgnum kærleika og miskunn. Við hesi falskari døming og við eitrinum av øvund og stoltleika, verða verk Sonar Mínar ærumeidd og órættvíst dømd, og við lygnum søgdu fíggindar Hansara: "Hesin maðurin virkar við mátti Beelzebub's." Hesi soleiðis óndu menniskju, verandi í eginkærleika, óreinsku, stoltleika og gírni, og stoypt í øvund og í avlagaðum fyrilitsloysi og ótolni, eru fyri alla tíð ørg inn á Meg og Mínar tænarar, sum tey døma til bert at liva eitt rættlæti lív fyri Guði sum eitt kávalæti, tí hjørtu teirra eru rotin, og eftir at hava oyðilagt teirra smakkisans, tykjast góðir lutir fyri teimum at vera óndir, og óndir lutir, tað vil siga illavorðin levnaður, tykist góður fyri teimum."

Um ein ikki trýr einari privatari ella profetiskari opinbering og letur hana fara framvið, so er hetta ein onnur søga. Tey geva ikki teirra DÓM, og tað er tí ikki ein deyðsynd, men tað verður ein deyðsynd, um ein við vilja kallar ónt tað sum er heilagt og forfylgir Guð's miskunnsama verki. Skt. Paulus segði, at hesi fólk kallast "Theomakhi", sum merkir stríðarar móti Guði. Um Maria endurgevur bíbliuna, skuldi hon eisini tikið onnur viðurskifti til sín og serliga tað sum okkara Meistari sigur um tað góða træi og tær góðu fruktirnar.

Her er hvat Skt. Symeon sigur: "Brøður og fedrar, sum tað mest heilaga orakul Frelsarans sigur, "Ein og hvør synd vil verða fyrigivin monnum, men hann sum spottar móti Heilaga Andanum vil ikki verða fyrigivin, hvørki í hesari øld ella í komandi øld." Lat okkum tí kanna eftir, hvør spottanin móti Heilaga Andanum er. Spottanin móti Heilaga Andanum er at tilluta verk Hansara til tann mótsetta andan, sum Basil tann Stóri sigur. Hvussu ger ein hetta? Hvørja ferð ein sær undur, sum eru fingin í lag av Heilaga Andanum ella eina og hvørja av hinum guddómligu gávunum í einum og hvørjum av hansara brøðrum - tað er, samvitskubit, ella tár, ella lítillætni, ella guddómligan kunnleika, ella eitt vísdómsorð frá tí høga, ella eitt og hvørt annað sum er latið av Heilaga Andanum til teirra, ið elska Guð - og sigur, at hetta kemur frá falsi djevulins. Men hann spottar eisini móti Heilaga Andanum ið virkar í teimum sum sigur at tey ið, sum synir Guðs, eru leidd av tí guddómliga Andanum og útinna boð Guðs og Faðirs teirra, eru villeidd av illum andum. Hetta er tað sum jødarnir í fyrndini søgdu móti Syni Guðs.

Her er hvat Skt. Silouan segði: "Við 'ikki at góðtaka' (gávuna givna av okkara Harra til onkran), verjir tann kristni seg sjálvan móti vandanum við at mistaka djevulslig svik fyri guddómligan innblástur, og soleiðis "gevur sær far um tølandi andar og lærur djevlanna", og gevur illum andum guddómligan fagnað. Við "ikki at vraka" kann ein umganga ein annan vanda - nevniliga, at tilluta guddómlig verk til illar andar og soleiðis fella í syndina "spottan móti Heilaga Andanum", eins og fariseararnir, sum kunngjørdu, at Kristus "rekur ikki út illar andar, uttan við prinsinum hjá illu andunum, Beelzebub." Seinni vandin er meira ræðuligur enn tann fyrri, av tí at sálin kann gerast von við at avvísa náði, at hava andstygd fyri henni, og gerast so von við at standa ímóti Guði, at hon vil á henda hátt avmarka seg sjálva á hesum æviga stiginum, so at hennara synd "skal ikki verða fyrigivin hvørki í hesum heimi, ella í komandi heiminum." Hinvegin, sálin sum alt fyri eitt viðurkennur hennara misbrot og iðrar seg um tað, vinnur frelsuna, tí eingin synd er ófyrigevilig uttan tann synd, sum ein ikki iðrar seg um."

Her er tað Jesus segði við Maria Valtorta, tá fólk søgdu "um hetta verk er frá Guði, vil Hann taka sær av tí...", og vendu sær frá Hansara verki. Jesus segði: "Tey høvdu gjørt sær sjálvum ein beina við at grunda yvir síðuna í gleðiboðskapinum (evangeliinum), har Eg, Meistari yvir meistarum, holdvorðin Vísdómur, Orð og Sannleiki, sigi, at syndirnar móti Heilaga Andanum skulu ikki verða fyrigivnar. Og sanniliga er hetta verk Anda Guðs, Kærleikans, Faðirsins og Sonarins, Andans sum kennir hvønn sannleika og kemur at tala sannleikan til fólki, sum er fangað í ruðuleikanum í okkara døgum.

Og at enda her er frá prof. Niels Christian Hvidt, teolog frá tí gregorianska universitetinum í Rom frá hansara útgivnu ritgerð um profeti.

Hetta er tikið frá kapitlinum "profeti í upprunakirkjuni" 

"Tey trúgvandi verða ámint um at vera varin ikki at døma profetarnar. 'Royn ikki at døma nakran profet, sum talar undir kraft Andans. Tí ein og hvør synd skal vera fyrigivin, uttan TANN syndin skal ikki verða fyrigivin. Didake ávarar staðiliga ikki at døma tey, sum bera øll tekin um at verða send av Anda Guðs, av tí at hetta vildi merkt at spotta móti Heilaga Andanum - einasta ikki-fyrigeviliga syndin (Mark. 3,29). Tann sum talar at einum sonnum profeti er í vanda fyri at útinna syndina móti Heilaga Andanum, av tí at sanni profeturin talar við kraft Andans.'"

Hevði eg havt meira tíð, vildi eg funnið fleiri ávísingar um hetta evni, men fyribils verður tað við hesum.

Um Maria er áhuga og søkir sannleikan vil eg viðmæla henni at keypa bøkurnar um halgimenni og lesa tær sjálv. Siðvenja fylgir bíbliuni. Skt. Katarina'sa bók er um hennara samtalu við Æviga Faðirin. Vanliga svari eg ongantíð slíkum atfinningum, og eg lati hesar fara, av tí at eg eri ikki her fyri at sannføra. Fólk kunnu velja at trúgva ella lata vera, men tey skulu vera var við orðini hjá Harra okkara: "Døm ikki, so at tú ikki skal verða dømdur...", serliga tá tað snýr seg um falskan dóm.

Tíverri halda nógv fólk at tey vita alt (sum Vár Frúa segði í Medjugorje), men í veruleikanum vita tey einki. Eisini eitt sindur av lítillætni er fyri neyðini í øllum hesum. Maria skuldi ikki trúð, at hon veit betur enn allir teologarnir, sum lesa Satt Lív í Guði aftur og fram fleiri ferðir fyri at finna fram petti og skriva teirra egnu andaligu bøkur. Hon skuldi ikki trúð, at hon hevur rakt við nakað sum teologarnir ikki hava varnast ella ikki hava skilt. Hetta er ein eyðkend freisting frá tí ónda, og tað er at seta seg sjálvan hægri enn onnur. Vit hava øll fyri neyðini at læra.

Í Guði,
Vassula


aftur til heimasíðu