Satt Lív í Guði

HOME MESSAGES SEARCH

Tær tríggjar bønirnar



Jesus hevur yvir fyri Vassulu mælt til at vit biðja fylgjandi bønir dagliga.
 

Novena (níggju daga bøn), at biðja í áliti til Jesu Hjarta

O Harri, Jesus Kristus,

til Títt Allarheilagasta Hjarta beri eg fram hesa bøn,

 

(nevn tað tú vilt biðja um)

 

Lít bert at mær,

ger síðan tað Títt Hjarta eggjar Tær til,

lat Títt Heilaga Hjarta ráða,

eg rokni við Tí, eg líti á Tað,

eg leggi mítt álit á Tess Várkunn.

 

Harri Jesus, Tú vil ikki svíkja meg.

Jesu Heilaga Hjarta, eg líti á Teg.

Jesu Heilaga Hjarta, eg trúgvi á Tín kærleika til mín.

Jesu heilaga Hjarta, komið Ríki Títt.

 

O Jesu Heilaga Hjarta, eg havi biðið

Teg um nógva góðvild  

men um hettar biði eg Teg inniliga.

 

Tak hesa bøn, legg hana í Títt Heilaga Hjarta.

Tá Ævigi Faðirin sær hana

hulda í Tínum Dýrabara Blóði,

vil Hann ikki vísa hana frá Sær.

Tað vil ikki longur vera mín bøn, men Tín, O Jesus.

O Jesu Heilaga Hjarta, eg seti mítt álit á Teg,

Lat meg ongantíð villast.  

Amen.

 

 

 “Memorare” av Sankta Bernhard

 

Kom í hug, O náðiligasta Jomfrú Maria,

at eingin nakrantíð hevur hoyrt,

at tann sum leitaði sær skjól hjá Tær,

ákallaði Tína hjálp,

ella bað um Tína forbøn,

varð latin eftir óhjálptur.

 

Styrktur av hesum áliti,

leiti eg mær skjól hjá Tær, Maria.

O Jomfrú yvir allar jomfrýr, mín Móðir!

til Tín komi eg;

eg standi syndafullur og syrgin fram fyri Teg.

O Móðir at Orðinum komin í holdi,

vanmet ikki mína bøn,

men hoyr meg, og bønhoyr meg í Tíni miskunn.

Amen.

 

 

Bøn til høvuðseingilin Sankta Mikael

 

Heilagi Høvuðseingil Mikael,

verj okkum í stríðnum,

ver okkara vernd móti djevulsins óndskapi og snarum.

 

Eyðmjúkt biðja vit um, at Guð má kúga hann,

og tú, O prinsur at himmalska herskaranum,

stoyt, við Guðs kraft, í helviti,

Sátan og allar illar andar,

ið reika runt í heiminum,

jagstrandi eftir sálum til undirgangs.

Amen. 

 


back to the homepage